Semjuskjalið umfatar eisini grønt orkuskifti og veðurlagsátøk

Semjuskjalið umfatar eisini grønt orkuskifti og veðurlagsátøk
Hetta er byrjanin til eitt nýtt samstarv í viðurskiftunum millum Føroyar og ES, sigur løgmaður
Tá semjuskjalið varð undirskrivað í Tinganesi í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.03.2024 - 13:46

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, hava í dag skrivað undir semjuskjal millum Føroyar og Evropasamveldið um styrkt samstarv.

Í skjalinum verður dentur lagdur á týdningin av verandi samstarvsøkjum á handils-, fiskivinnu- og granskingarøkinum, men latið verður eisini upp fyri at víðka samstarvið við ES á øðrum økjum. Eitt nú í sambandi við grøna orkuskiftið, veðurlagsátøk og talgilding.

Les semjuskjalið her.

 

Nýtt tíðarskeið

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at dagurin í dag skilmarkar eitt nýtt tíðarskeið í samstarvinum millum Føroyar og ES.

- Eingin ivi er um, at broytta heimsstøðan ger tað alsamt meiri neyðugt hjá okkum í Føroyum, at knýta okkum tættari at londunum, ið hava somu virði sum vit, sigur hann í tíðindaskrivi.

Løgmaður ger vart við, at semjuskjalið loysir ikki ítøkiligar avbjóðingar á handilsøkinum. Men politiska semjan um at styrkja viðurskiftini er eitt týðandi stig fyri, at vit kunnu menna okkara samstarv við ES, ikki minst á handilsøkinum.

- Hetta er ikki endin á hesum arbeiðinum, men byrjanin uppá eitt nýtt samstarv millum Føroyar og ES, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Í Húsahaga

Ursula von der Leyen kom til Føroya í gjárkvøldið á vitjan, og forkvinna í ES-nevndini fer av landinum aftur í kvøld.

 

Áðrenn hon og løgmaður skrivaðu undir semjuskjalið á middegi í dag, var hon í Húsahaga, har leiðslan í SEV greiddi henni frá vindmyllunum og grøna orkuskiftinum. 

 

Seinnapartin vitjar ES-nevndarforkvinnan Bakkafrost og Ocean Rainforest, og farið verður eisini til Gásadals og Bíggjar. 

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, kemur til landið seinnapartin,  og hon verður eisini við í vitjanini hjá Ursulu von der Leyen, tað sum eftir er av degnum. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216