- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brutu inn á Námsvísindadeildina
Brutu inn á Námsvísindadeildina
Vakmyndatól avdúkaðu fólkini, sum brutu inn og framdu herverk
13.03.2024 - 08:24
Mánadagin kom fráboðan um, at innbrot hevði verið á Námsvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum í Havn.
Tey, sum brutu inn, gjørdu herverk, og nógv varð brotið.
Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini í morgun.
Av tí at vakmyndatól eru á staðnum, hevur løgreglan sæð, hvør gjørdi herverkið og funnið fólkini aftur.
Hildið verður at fimm fólk brutu inn.
Løgreglan veit einki um fólkini frammanundan, og arbeiðir nú víðari við málinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV