Reiðaríið hjá Vesturbúgvanum keypir nótaskip

Reiðaríið hjá Vesturbúgvanum keypir nótaskip
Skipið, sum er keypt úr Noregi, kemur eftir ætlan á føroyskar hendur beint fyri páskir
Norska nótaskipið er keypt fyri 55 milliónir kr.
Mynd: Myshiptracking.com  
 
12.03.2024 - 16:07

Reiðaríið, sum rekur partrolaran Vesturbúgvan, hevur keypt nýtt skip. 

Tað skrivar Fiskur.fo.

Tað er norska uppsjóvarskipið Krossøy, sum skal koma í staðin fyri Vesturbúgvan.

Vesturbúgvin og Eysturbúgvin vóru partrolarar, men eftir at Eysturbúgvin sakk á vári í 2022, keypti reiðaríið eitt nýtt skip fyri Eysturbúgvan.

Tað skipið var ikki partrolari, og Vesturbúgvin hevur at kalla ikki verið í vinnu síðani.

 

55 mió. kr.

Sambært Fiskur.fo er prísurin fyri skipið umleið 55 milliónur danskar krónur.

Tað er smápartafelagið "frá 2/11-1998," sum eigur Vesturbúgvan. Smápartafelagið eigur eisini Skálafoss, helmingin av Fiskavarða og ein fjórðing av Vestmanna Fiskavirki og Vestmenningi. 

Skipið, sum er keypt, er smíðað í Noregi í 2011, er 43 metrar langt og 12 metrar breitt.

Nýggja skipið kemur eftir ætlan á føroyskar hendur beint fyri páskir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283