FMA 2024: "Literally Everything" er ársins sangur

FMA 2024: "Literally Everything" er ársins sangur
"Literally Everything", sum í løtuni verður tráspældur bæði í føroyskum og útlendskum útvarpi, vann fyri løtu síðani virðislønina sum árins sangur til FMA 2024.
Brimheim var stødd í París í sambandi við útgávuna av sínari nýggju plátu "Ratking", og tí tók mamman, Elin Brimheim Heinesen, ímóti
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.03.2024 - 20:18

Helena Heinesen Rebensdorff eisini kend sum Brimheim hevur júst vunnið sína aðru virðisløn til ársins FMA.

Fyrst vann hon ársins myndlistarliga samleika, og nú hevur sangurin hjá Brimheim "Literally Everything" vunnið virðislønina sum ársins sangur í einum ári, har metnógvir føroyskir sangir vóru givnir út. 

Brimheim er glóðheit á bæði føroyska og útlendska tónleikapallinum í løtuni. "Literally Everything" hevur eitt nú verið tráspældur á útvarpsrásunum P3 og P6 hjá Danmarks Radio, síðani sangurin gjørdist "Ugens uundgåelige" hjá rásini P3 fyrst í oktober mánaða í fjør, júst sum sangurin kom út. Og á stroymingartænastuni Spotify er sangurin spældur yvir 260.000 ferðir.  

Tað var mamma Helenu, Elin Brimheim Heinesen, sum tók ímóti virðislønini vegna Brimheim, sum er stødd í París í kvøld. 

- Eg veit, at Helena er sera glað fyri hesa virðislønina, og eg skal vegna hana takka øllum teimum, sum hon hevur arbeitt saman við, og takka vinum hennara, sum lyfta hana upp so miriliga, segði ein sjónliga errin mamma. 

 

FMA-heiðurslønir

12 heiðurslønir vera latnar til ársins FMA. Higartil eru altso seks virðislønir latnar. 

 

Ársins klassiski heiður: Kristina Thede Johansen 

Ársins spíri: SUPERVISJÓN

Ársins tónasmiður: Tróndur Bogason

Ársins tónleikari: Per Ingvaldur Højgaard Petersen

Ársins myndlistarligi samleiki: Brimheim

Ársins sangur: "Literally Everything" - Brimheim

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216