Evropa League-hondbóltur: Óli og Sävehof spæla avgerandi dyst

Evropa League-hondbóltur: Óli og Sävehof spæla avgerandi dyst
Óli Mittún og IK Sävehof kunnu framvegis vinna sín bólk í Evropa League undan síðsta dysti ímóti kroatiska liðnum Nexe í kvøld
Óli Mittún og IK Sävehof hava framvegis møguleikan at vinna sín bólk
 
05.03.2024 - 15:17

Ein sigur á Nexe í kvøld er krav, um Óli Mittún og liðfelagarnir í IK Sävehof skulu vinna sín Evropa League-bólk.

IK Sävehof tekur ímóti kroatiska liðnum í Partille, og um tað eydnast at vinna við meir enn tveimum málum, samstundis sum Skjern tapir sín dyst, enda Óli Mittún og teir fremst og fara beinleiðis í fjórðingsfinalurnar.

Nexe er í løtuni fremst við sjey stigum, Skjern hevur seks stig á 2. plássi, og IK Sävehof er nummar trý við fimm stigum. Fjórða liðið í bólkinum, Gorenje, hevur bert tvey stig og kann ikki koma víðari.

Nummar tvey og trý í miðbólkaspælinum skulu spæla playoff-umfar.

 

Lítil og eingin spenningur hjá Hákun og Jóhan

Liðini hjá Hákuni West av Teigum og Jóhan á Plógv Hansen, Füchse Berlin og Flensburg-Handewitt, eru longu komin víðari, og møguleikarnir fyri, at okkurt broytist í síðsta umfari, eru smáir.

Eftir tvey tap á rað ímóti Sporting úr Lissabon er avgjørt, at Füchse Berlin enda nummar tvey í bólkinum. Hákun West av Teigum og liðfelagarnir skulu sostatt spæla playoff-dystir fyri at koma í fjórðingsfinalurnar.

Flensburg-Handewitt er fremst, og Jóhan á Plógv Hansen og teir vinna bólkin og fara beinleiðis í fjórðingsfinaluna, um teir ikki tapa við 11 málum ella meir á útivølli fyri Bjerringbro-Silkeborg í síðsta umfari í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 27. apríl
Sement 2024 3:3 - finala
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101