Trý nýggj fólk í nevndini í Pedagogfelagnum

Trý nýggj fólk í nevndini í Pedagogfelagnum
Sanna á Løgmansbø er nýggj forkvinna, og Katrin Helgadóttir og Beinta Klakstein eru eisini nývaldar
Sanna á Løgmansbø er nýggj forkvinna í Pedagogfelagnum. Hon var vald við 1093 atkvøðum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.03.2024 - 08:58

Trý nýggj fólk komu í nevndina hjá Pedagogfelagnum leygardagin.

Sanna á Løgmansbø er nú forkvinna. Hon fekk 1093 atkvøður.

Jógvan Philbrow, sum var formaður, fekk 255 stkvøður.

Kvinnur komu eisini í tveir nevndarsessir, sum stóðu fyri vali, hóast tveir menn, sum vóru í nevndini, stillaðu upp.

Nývaldar eru Katrin Helgadóttir og Beinta Klakstein. 

 

Varafólk fær sæti í nevndini

Sæbjørn Johannesen, sum er fyrstvalda varafólk, fær alt fyri eitt sæti í nevndini. Tí sessurin hjá Valbjørg Heradóttir Hammer, sum fór úr nevndini í ótíð, stendur ikki fyri vali fyrr enn næsta ár. 

Síðan hon fór úr nevndini beint eftir nýggjár í fjør, hevur Harald Joensen, sum var varalimur, havt sessin. Hann stillaði upp, men bleiv ikki valdur.

Nú eru fýra kvinnur og ein maður í nevndini hjá Pedagogfelagnum, sum skipar seg við næstforfólki og skrivara á fyrsta nevndarfundinum.

Í gomlu nevndini vóru tríggir menn og tvær kvinnur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444