54 læknar í útbúgvingarstørvum

54 læknar í útbúgvingarstørvum
Játtan til útbúgving av yngri læknum er tvífaldað seinastu fimm árini
Læknar, sum hava starvast í Føroyum undir útbúgvingini, hava lættari við at flyta aftur higar eftir lokna serlæknaútbúgving, sigur Heilsumálaráðið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
04.03.2024 - 15:35

Í løtuni eru 54 læknar í útbúgvingarstørvum í Sjúkrahúsverkinum og Kommunulæknaskipanini.

At talið av útbúgvingarstørvum setur met í ár, er millum annað úrslit av einum miðvísum arbeiði at raðfesta og menna økið, skrivar Heilsumálaráðið.

- At talið av útbúgvingarstørvum økist, er við til at tryggja heilsuverki okkara framhaldandi tilgongd av serlæknum. Eg fegnist um góðu gongdina og góðu útlitini við nógvum føroyingum, sum lesa til lækna, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Drúgv útbúgving

Leiðin at gerast serlækni er long. Eftir seks ára kandidatútbúgving, fer læknin undir víðari útbúgving at gerast serlækni. Tað tekur í minsta lagi 12 ár at gerast serlækni.

Eins og talið av føroyingum, ið lesa til lækna uttanlands, er økt seinastu árini, er eftirspurningurin eftir útbúgvingarstørvum til yngri læknar eisini øktur. Stórur áhugi er millum tey lesandi at koma aftur til Føroyar eftir loknan lestur.

 

Játtanin tvífaldað

Játtan til útbúgving av yngri læknum er tvífaldað seinastu fimm árini. Hetta hevur gjørt tað møguligt at økja talið av útbúgvingarstørvum í Sjúkrahúsverkinum, umframt at útbúgvingarstørva í fleiri serlæknaøkjum eru góðkend.

Royndir vísa, at læknar, sum hava starvast í Føroyum undir útbúgvingini, varðveita tilknýti til Føroyar, og hava lættari við at flyta aftur higar eftir lokna serlæknaútbúgving, skrivar Heilsumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216