Umhvørvismálaráðið biðið um at endurskoða mál um byggisamtykt

Umhvørvismálaráðið biðið um at endurskoða mál um byggisamtykt
Tað var ikki í lagi, tá Umhvørvismálaráðið í juli í fjør gav Tvøroyrar kommunu loyvi til at broyta byggisamtyktina fyri eitt havnarøki
Seinasta orðið er ikki sagt um útbyggingina hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.
 
27.02.2024 - 05:34

Tað var ikki í lagi, tá Umhvørvismálaráðið í juli í fjør gav Tvøroyrar kommunu loyvi til at broyta byggisamtyktina fyri eitt havnarøki.

Tvøroyrar kommuna søkti um at fáa góðkenda eina aðra orðing enn ta, sum var alment kunngjørd.

Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur givið Liviligum korum á Tvøroyri viðhald.

Umboðsmaðurin gav Umhvørvismálaráðnum eina átalu fyri málsviðgerðina og mælti eisini Umhvørvismálaráðnum til at endurskoða málið.

Hetta er partur í drúgva málinum um ætlanina hjá Varðanum Pelagic at byggja út. 

Umhvørvismálaráðið metti, at talan var um eina broyting, sum ikki broytti samleikan, identitetin, í upprunaliga uppskotinum, sum vildi verið fortreytin fyri, at ráðið kravdi nýggja hoyring. 

Umboðsmaðurin er ikki samdur.

Umboðsmaðurin heldur, at ráðið átti at kravt, at uppskotið var lagt fram til alment eftirlits av nýggjum og nýggja almenna kunngerð, áðrenn málið varð lagt fyri býarskipanarnevndina hjá landinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444