Fáa alt meirvirðisgjaldið aftur í ár

Fáa alt meirvirðisgjaldið aftur í ár
Tey, sum fáa sær grøna hitaskipan, hitapumpu, fáa alt meirvirðisgjaldið aftur í ár
Alt meirvirðisgjaldið verður afturborið í ár.
 
23.02.2024 - 05:39

Tey, sum fáa sær grøna hitaskipan, hitapumpu, fáa alt meirvirðisgjaldið aftur í ár.

Næsta ár fáa tey 75 prosent, í 2026 50 prosent, í 2027 vera 25 prosent afturborin og síðani einki.

Løgtingið samtykti í gjár uppskotið hjá landsstýrinum um hitapumpur og meirvirðisgjald.

Uppskotið fekk 22 atkvøður. Fimm atkvøður vóru ímóti.

Tvey onnur uppskot

Fólkaflokkurin og Miðflokkurin vóru ímóti.

Beinir Johannesen í Fólkaflokkinum og Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum - teir eru í fíggjarnevndini - halda, at nú kann grøna orkuskiftið fremjast uttan so nógvan stuðul úr landskassanum.

Beinir Johannesen helt, at hálvt endurgjald fyri meirvirðisgjald fyri hitapumpur skal latast næsta ár og frá 2026 einki endurgjald.

Steffan Klein Poulsen heldur ikki, at afturberingarskipanin til hitapumpur skal leingjast eftir 2025. 

Hesi bæði uppskotini fullu á tingfundinum í gjár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444