Nú byrjar dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi

Nú byrjar dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi
Dialysuviðgerðin í Suðuroy verður framd undir læknafakligari ábyrgd av serlæknum í nýrasjúkum á Landssjúkrahúsinum
Um hálva aðru viku kann Suðuroyar sjúkrahús bjóða dialysuviðgerð. (Savnsmynd)
 
22.02.2024 - 13:01

Mánadagin 4.mars  byrjar dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. 

Tað boðar leiðslan fyri Sjúkrahúsverkið frá.

Heilsumálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at leiðslan fyri Sjúkrahúsverkið hevur saman við fakfólki á økinum arbeitt við at skipa trygga og góða dialysuviðgerð á dialysu-satelittinum á Suðuroyar sjúkrahúsi, og nú eru øll viðurskifti komin í rættlag. 

Dialysuviðgerðin í Suðuroy verður framd undir læknafakligari ábyrgd av serlæknum í nýrasjúkum á Landssjúkrahúsinum, sigur Heilsumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV