Avgerð um hitapumpur og meirvirðisgjald í dag

Avgerð um hitapumpur og meirvirðisgjald í dag
Løgtingið fer í dag at atkvøða um meirvirðisgjaldið fyri hitapumpur
Hitapumpur og meirvirðisgjald eru á dagsskránni hjá løgtinginum í dag.
 
22.02.2024 - 06:55

Løgtingið fer í dag at atkvøða um meirvirðisgjaldið fyri hitapumpur.

Fíggjarnevndin býtti seg í ein meiriluta og tveir minnilutar, tá hon skrivaði álit um uppskotið hjá landsstýrinum.

Uppskotið hjá landsstýrinum er, at í ár verður alt meirvirðisgjaldið, tá grønar hitaskipanir vera keyptar, afturborið, í 2025 75 prosent, í 2026 50 prosent, í 2027 vera 25 prosent afturborin og síðani einki

Meirilutin, samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin, taka undir við tí.

Beinir Johannesen í Fólkaflokkinum og Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum halda, at nú kann grøna orkuskiftið fremjast uttan so nógvan stuðul úr landskassanum.

Beinir Johannesen heldur, at hálvt endurgjald fyri meirvirðisgjald fyri hitapumpur skal latast næsta ár og frá 2026 einki endurgjald.

Steffan Klein Poulsen heldur ikki, at afturberingarskipanin til hitapumpur skal leingjast eftir 2025. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444