Byrja móti Lettlandi

Byrja móti Lettlandi
Skráin fyri EM-undankappingina í fótbólti fyri U17 gentur, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars, er nú klár.
Mynd: FSF  
 
21.02.2024 - 17:50

Føroyar spæla fyrsta dystin ímóti Lettlandi sunnudagin 17. mars klokkan 13, skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðuni.

Hini londini í bólkinum eru Georgia og Rumenia.

Næsti dysturin hjá føroysku gentunum er mikudagin 20. mars klokkan 13, tá tær møta Georgia, og leygardagin 23. mars klokkan 17 verður dysturin móti Rumenia.

Allir dystirnir, undantikið dysturin millum Georgia og Lettland í síðsta umfari, sum verður spældur á ovaravølli í Gundadali, verða á Tórsvølli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216