Eingin dialysuviðgerð fyrr enn hon er fakliga forsvarlig

Eingin dialysuviðgerð fyrr enn hon er fakliga forsvarlig
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur givið leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum greið boð um at loysa málið sum skjótast
Margit Stórá er landsstýriskvinna í heilsumálum.
 
16.02.2024 - 17:58

Eingin dialysuviðgerð verður í Suðuroy, so leingi støðan ikki er fakliga forsvarlig í nýggju dialysueindini á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Tað sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum, sum hevur givið leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum greið boð um at loysa málið sum skjótast.

Margit Stórá ásannar at setanarviðurskiftini hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hava ávirkað tilgongdina, men tann trupulleikin er nú loystur við at sjúkrahúsverkið helst fær hjálp frá eini útlendskari vikarstovu. 

Kortini er dialysuviðgerðin ikki fakliga forsvarlig, sigur landsstýriskvinnan.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16022024_Margit_og_dialysa

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV