Vilja heldur arbeiða við vakurleikaviðgerð enn sjúklingum

Vilja heldur arbeiða við vakurleikaviðgerð enn sjúklingum
Meðan danska heilsuverkið hevur stóran tørv á sjúkrarøktarfrøðingum, vísir eitt yvirlit, at sjúkrarøktarfrøðingarnar heldur velja sær størv á vakurleika-viðgerðarstovum
Meðan danska heilsuverkið hevur stóran tørv á sjúkrarøktarfrøðingum, vísir eitt yvirlit, at sjúkrarøktarfrøðingarnar heldur velja sær størv á vakurleika-viðgerðarstovum
Mynd: Savn  
 
14.02.2024 - 18:47

Talan er um viðgerðir sum at vaksa um varrar og kinnabein, broyta andlitsform og at slætta rukkur. 

Í trý ár er talið á sjúkrarøktarfrøðingum, sum arbeiða við vakurleikaviðgerð nærum tvífaldað. Í 2020 var talið 333 og á heysti í 2023, 662. Verður hugt longur aftur, starvaðust í 2008 bert 30 sjúkrarøktarfrøðingar við vakurleikaviðgerð í Danmark, skrivar danska kringvarpið.

Nakað, sum verður mett at hava stóra ávirkan á, at danskir sjúkrarøktarfrøðingar skifta starv og siga almenna sjúkrahúsverkinum farvæl, er lønarmunurin. 

Meðan grundlønin á vakurleikaklinikkum er 35.000 krónur í miðal, er hon í almenna sjúkrahúsverkinum 28.000 krónur, íroknað skeivar arbeiðstíðir, skrivar danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831