Dialysuviðgerð: Eingin avtala um sjúkrarøktarfrøðingar

Dialysuviðgerð: Eingin avtala um sjúkrarøktarfrøðingar
Upplæring skal skipast aftrat vanligu setanaravtaluni, og tað ber bara til, um starvsfólkini góðtaka hetta
Enn er eingin dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. (Savnsmynd)
 
12.02.2024 - 12:20

Tað er ikki rætt, at Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið um sjúkrarøktarfrøðingarnar, sum skulu til Suðuroyar í sambandi við dialysuviðgerðina á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Hetta kom annars fram í tíðindaskrivi frá Sjúkrahúsverkinum fríggjakvøldið. 

 

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

- Trupulleikin er, at upplæring skal skipast aftrat vanligu setanaravtaluni, og tað ber bara til, um starvsfólkini góðtaka hetta. Tað gera sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki, og tað tekur felagið fult undir við. 

Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.

Hoyr innslag i útvarpstíðindunum:

 

12022024_Oluva

 

Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum sigur í stuttari viðmerking:

- Vit hava samskift við Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar um eina loysn. Vit hildu okkum hava eina loysn fríggjadagin, men tað hevur ikki borið á mál. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
Vestmenningur í Havn (2:2)
175476
Hósdag 23. mai
Vestmenningur í Havn (1:2)
175475
Hósdag 23. mai
Góðan morgun Føroyar
175465
Hósdag 23. mai
Morgunlestur hósdagur 23. mai 2024
175331
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066