Virða ynskið hjá Pedagogfelagnum

Virða ynskið hjá Pedagogfelagnum
Sáttmálasamráðingarnar við Fíggjarmálaráðið og KAF verða tiknar uppaftur, tá nevndin í Pedagogfelagnum er skipað eftir aðalfundin
Steðgur er í samráðingunum millum Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. (Savnsmynd)
 
09.02.2024 - 08:32

Hóast Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið vilja, at skjótast til ber at fáa í lag semju við Pedagogfelagið, virða tey ynskið hjá Pedagogfelagnum um at steðga við samráðingunum til eftir aðalfundin hjá felagnum, sum verður 2. mars.

Partarnir hava ikki ásett nýggjan samráðingarfund.

Sáttmálasamráðingarnar verða tiknar upp aftur, so skjótt sum nevndin í Pedagogfelagnum hevur skipað seg eftir aðalfundin, siga Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Sáttmálin gekk út 1. apríl í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Hósdag 23. mai
Lesikrókurin: Hvaðan kom kvinnan
175482
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066