Føroyar leggja fyri ímóti Norðurmakedónia

Føroyar leggja fyri ímóti Norðurmakedónia
Føroyska fótbóltslandsliðið við monnum byrjar Nations League-kappingina á Tórsvølli ímóti Norðurmakedónia og endar hana við returdystinum í Skopje
Føroyar byrja Nations League-kappingina á heimavølli ímóti Norðurmakedónia
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
09.02.2024 - 10:34

Føroyar byrja Nations League-kappingina í heimavølli ímóti Norðurmakedónia, sum vitjar á Tórsvølli 7. september.

Tríggjar dagar seinni spæla føroysku menninir á útivølli ímóti Lettlandi.

Í oktober eru tveir heimadystir á skránni. 10. oktober spæla føroysku menninir ímóti Armenia, áðrenn Lettland vitjar tríggjar dagar seinni.

Tveir teir seinastu dystirnir eru á útivølli í november. Fyrst spæla Føroyar ímóti Armenia, og 17. november endar kappingin á útivølli ímóti Norðurmakedónia.

 

Dystarskráin

7. september klokkan 14:00: Føroyar - Norðurmakedónia
10. september klokkan 19:45: Lettland - Føroyar
10. oktober klokkan 19:45: Føroyar - Armenia
13. oktober klokkan 19:45: Føroyar - Lettland
14. november klokkan 17:00: Armenia - Føroyar
17. november klokkan 14:00: Norðurmakedónia - Føroyar

 

Håkan Ericson: Javnur bólkur

Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, er hvørki væl ella illa nøgdur við lutakastið til Nations League-kappingina, sum var í Paris í gjár. Hann heldur, at bólkurin við Armenia, Norðurmakedonia og Lettlandi sær sera javnur út.

Føroyar hava ongantíð spælt ímóti Armenia fyrr. Í fjør spældi føroyingarnir venjingardyst ímóti Norðurmakedónia, sum teir taptu 1-0. Føroyar hava ikki tapt ímóti Lettlandi í fimm dystum higartil.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216