Bjørk steypavinnari í donskum flogbólti

Bjørk steypavinnari í donskum flogbólti
Bjørk Nolsøe Isaksen vann um vikuskiftið donsku steypakappingina í flogbólti. Felag hennara ASV vann finaluna 3-1 á Holte
Bjørk Nolsøe Isaksen og ASV vunnu donsku steypakappingina um vikuskiftið
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
05.02.2024 - 08:35

Bjørk Nolsøe Isaksen er við felagi sínum, ASV, danskur steypavinnari í flogbólti fyri kvinnur.

Tað eru 48 ár síðani, at ASV vann hesa kappingina seinast.

Liðið vann finaludystin 3-1 á Holte.

Seinastu nógvu árini hava tað einans verið Holte og Brøndby, sum hava vunnið donsku steypakappingina, men í ár vann ASV fyrst á Brøndby í hálvfinaluni og síðani á Holte í finaluni.

Somu lið liggja ávikavist á fyrsta og øðrum plássi í donsku landskappingini.

 

 

Bjarni tapti bronsudystin

Bjarni Joensen var eisini við í sonevndu Final4, men lið hansara, Ikast KFUM, tapti sína hálvfinalu 3-1 fyri Nordenskov UIF.

Sunnudagin spældi Ikast ímóti Gentofte um bronsuna, men tað eydnaðist ikki Bjarna Joensen og teimum at vinna. Dysturin endaði 3-1 til Gentofte.

Føroyingurin telist millum berandi kreftirnar á einum ungum liði, sum nú spælir fyri at koma í endaspælið um danska meistaraheitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418