Hvør grýla vilt tú vera?

Um KVFTíðindi
Hvør grýla vilt tú vera?
10 partar av andlitsmáling eru nú tøkir í VIT-appini og á kvf.fo/VIT
Finn sendingarnar í VIT-appini og á kvf.fo/VIT.
 
01.02.2024 - 14:55

Nú nærkast føstulávint, og foreldur og børn eru í samráðingum um, hvat tey skulu vera ílatin sum, og ikki minst um, hvussu tey skulu málast. 

Hjálp er nú at fáa í bæði VIT-appini og á VIT-síðuni her á heimasíðu Kringvarpsins. 

Í vetur vóru 20 børn í Sortudíki og vórðu málað um andlitið, tá ið barnaøkið í Kringvarpinum gjørdi 10 partar um andlitsmáling

Sanna Hjaltalin Delgado og 10 børn, sum ganga í 5. flokki, málaðu teimum 20 yngru børnunum.

Í sendingunum síggja vit 6-7 ára gomul børn verða málað. Her eru Angry Birds, Hello Kitty, Spiderman, Bambi, sjórænarar og onnur.

Tað er stuttligt at síggja, hvussu børnini verða málað, og at øll kunnu vera við, hóast tú ongantíð hevur málað andlit fyrr.

Partarnir eru tøkir í VIT-appini og á kvf.fo/VIT.

Jonna F. Mortensen og Elin á Rógvi løgdu til rættis. Foto: Jens Jákup Hansen. Sett saman: Jakob Jørgensen.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537

Um kvf css