Torført fáa politiska semju um gongd í haga

Torført fáa politiska semju um gongd í haga
Samgongu- og andstøðulimir í vinnunevndini vóru í Breddanum fyrrapartin
Burðardygga ferðavinna var evnið í Breddanum fyrrapartin.
 
30.01.2024 - 14:15

Tað verður torført at fáa semju í hesum málinum, á sama hátt sum tað verður torført at fáa semju um tøkugjøldini.

Tað segði Erhard Joensen, formaður í vinnunevndini, í Breddanum fyrrapartin. 

Umboð fyri samgongu og andstøðu í vinnunevndini skiftu orð um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um burðardygga ferðavinnu. 

Erhard Joensen, sum umboðar Sambandsflokkin í nevndini, fegnast kortini um, at eitt uppskot í málinum um gongd í haga nú kemur fyri tingið.

 

(Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Neyðugt útspæl

Uni Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum heldur, at uppskotið er gott og neyðugt útspæl, men nógvir partar eru í málinum, og tí noyðast allir at slaka. Hann sigur, at í uppskotinum lagt verður uppfyri at taka lokal atlit.

Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum sigur, at uppskotið er brot á grundlógina og ognarrættin, og uppskotið fer eisini at knúsa gomlu mentanina, sum hann tók til. 

Annika Olsen í Tjóðveldi segði seg fegnast um, at tað hevur eydnast samgonguni at leggja eitt uppskot fram. Uppskotið tekur atlit at føroyingum at ferðast frítt í egnum landi og tekur atlit at náttúruni og landbúnaðinum. 

 

Sí videobrot úr Breddanum her:

 

BREDDIN_ORDASKIFTI_GONGD_I_HAGA

 

Hoyr allan Breddan her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949