Mæla til at friða økið við Sandá

Mæla til at friða økið við Sandá
Áhugabólkurin "Varðveitið fríøkið við Sandá" hevur handað landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum áheitan
Áhugabólkurin "Varðveitið fríøkið við Sandá" hevur í meira enn tvey ár virkað fyri at varðveita fríøkið við Sandá. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
24.01.2024 - 08:37

Áhugabólkurin "Varðveitið fríøkið við Sandá" hevur í meira enn tvey ár virkað fyri at varðveita fríøkið við Sandá, og at kirkja tí ikki verður bygd á økið.

1. januar var lógin um náttúruvernd sett í gildi, og áhugabólkurin heldur tað er eitt gott høvi at leggja frá landi við nýggju lógini at friða fríøkið við Sandá og lendið í Sandagerði eftir náttúruverndarlógini. 

Áhugabólkurin heitir nú á landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, um at taka málið til viðgerðar.

Hoyr Jóhann Mortensen úr áhugabólkinum "Varðveitið fríøkið við Sandá" og Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, tá áheitanin í gjár var handað landsstýriskvinnuni:

 

24012024_Sanda


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV