Læknar hóttir

Læknar hóttir
Seinastu tíðina hava læknar ofta verið fyri hóttandi atburði frá fólki 
Millum annað kommunulæknar eru hóttir í starvi sínum, sigur Læknafelagið.
 
23.01.2024 - 06:09

Seinastu tíðina hava læknar ofta verið fyri hóttandi atburði frá fólki. 

Dømi eru um beinleiðis hóttanir ella hóttandi atburð móti læknum í skaðastovum, í 
kommunulæknaviðtalum og í sjúkrahúsambulatorium. 

Eisini eru nógv dømi um beinleiðis og óbeinleiðis hóttanir á sosialum miðlum. 

Læknafelagið ger nú vart við økta ágangin móti læknum og, at læknar ofta arbeiða undir ótryggum umstøðum, sum kunnu hava álvarsligar fylgjur.

Trygdin í vanda

Í ringasta føri kann standa um lív, sigur felagið. 

Læknafelagið sigur seg stúra fyri trygdini og trivnaðinum hjá læknum.

Felagið sigur í yvirlýsing, at nógvir læknar umhugsa annað starv, summi arbeiða minni og uppaftur onnur mistrívast.

Læknafelagið sigur, at karmarnir um trygd eru ikki nóg góðir.

Mannagongdir um trygd hjá heilsustarvsfólki eru ógreiðar, rýmingarleiðir eru ikki í lagi og trot á vegleiðingum er fyri starvsfólk, sum hava verið fyri hóttandi atburði ella ágangi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Nýggjastu sendingar í SV