Nýtt farnet, men kundarnir hoyra ikki hvønn annan

Nýtt farnet, men kundarnir hoyra ikki hvønn annan
Trupulleikar eru, tá kundar hjá Føroya Tele og Nema skulu tosa saman á farnetinum
Nema og Føroya Tele eru nú sama farneti, men byrjunartrupulleikar eru. (Savnsmynd)
 
19.01.2024 - 10:27

Í gjár boðaðu føroysku samskiftisveitararnir - Føroya Tele og Nema - frá, at teir nú eru á einum og sama farneti.

Sostatt er kinesiski tøknirisin, Huawei, skiftur út við svensku fyritøkuna, Ericsson.

Men trupulleikar eru, tá telefonkundar hjá Nema og Føroya Tele skulu samkifta á farnetinum.

 

Gudny Langgaard er stjóri í Nema. (Savnsmynd)

 

Tá kundi hjá Føroya Tele ringir til kunda hjá Nema, hoyrir Føroya Tele-kundin ikki Nema-kundan, men Nema-kundin hoyrir Føroya Tele-kundan.

Gudny Langaard er stjóri í Nema:

 

19012024_Gudny_1

 

Trupulleikin er komin, tá Nema knýtti í felagsnetið, men hann er ikki so stórur, at neyðugt er at fara aftur til gamla netið:

 

19012024_Gudny_2


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431