Kvíggjartún liðugt

Kvíggjartún liðugt
Boðið verður til almenna móttøku seinnapartin í dag klokkan trý, men opið hús verður longu frá klokkan eitt
Kvíggjartún er liðugt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.01.2024 - 07:05

Heimið í Kvíggjartúni á Argjum til børn og ung við autismu er liðugt. 

Boðið verður til almenna móttøku seinnapartin í dag klokkan trý, men opið hús verður longu frá klokkan eitt.

Í Kvíggjartúni eru seks búplássum, seks umlættingarpláss, ein virkniseind við dagtilboðum til 15 børn og ung og ein starvsfólkaeind. 

Húsið er býtt í tríggjar eindir við smáum spæliøkjum uttanfyri. 

Arbeiðið upp á Kvíggjartún byrjaði fyrst í mai 2021.

Lógaruppskotið um heimið kom í løgtingið fyri trimum árum síðani.

Uppskotið segði, at heimið má í mesta lagi kosta 39 mió. kr.

 

Ov dýrt

Í lóg frá apríl 2018 vóru 29 mió. kr.

Men tað var alt ov lítið.

Tá verkætlanin var boðin út í januar í 2020, var kostnaðarmetingin 41 mió. kr. 

Og tá tilboðini komu, fór prísurin upp um 56 mió. kr.   

Landsstýriskvinnan í almannamálum tók ikki av nøkrum tilboði.

Nýggj verkætlan var gjørd og boðin út. Og nú ber til at byggja fyri 39 mió. kr. var sagt tá.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175931
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175930
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Fótbóltur: Føroyar - Andorra
175932
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867