Haakon Lunov nýggjur høvuðsvenjari hjá KÍ

Haakon Lunov nýggjur høvuðsvenjari hjá KÍ
Sáttmálin er galdandi í trý ár
Haakon Lunov hevur gjørt trý ára sáttmála við KÍ.
 
19.01.2024 - 08:44

Norðmaðurin, Haakon Lunov, er settur sum nýggjur høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ.

Sáttmálin er galdandi í trý ár.

KÍ hevur leitað eftir nýggjum venjara, síðani fyrrverandi KÍ-venjarin, Magne Hoseth, skifti til danska felagið Lyngby í bestu donsku deildini.

Haakon Lunov er 41 ára gamal og hevur verið venjari og hjálparvenjari í bestu og næstbestu deildunum í Noregi.  Harumframt hevur hann arbeitt við spælaramenning í Celtic í Skotlandi og í akademinum hjá Everton í Onglandi.

Sambært fótbóltsmiðlinum Bolt.fo er talan um eitt óvæntað val, tí Haakon Lunov hevur bara verið høvuðsvenjari í triðbestu og fjórðbestu deildini í Noregi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV