Varaborgarstjórin: Royni at finna eina loysn

Varaborgarstjórin: Royni at finna eina loysn
Atli S. Justinussen sigur, at hann ætlar sær fyrst at tosa við baklandið í Norðoya Fólkafloksfelag
Atli S. Justinussen er varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. (Mynd av Facebook-vanga)
 
01.03.2023 - 08:53

Varaborgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Atli S. Justinussen, harmast um ósemjuna, sum hevur tikið seg upp við borgarstjóran í Klaksvík.

 - Eg havi roynt at finna eina loysn; men hon er ikki funnin enn, sigur Atli S. Justinussen, sum ikki hevur aðrar viðmerkingar í løtuni.

Hann ætlar sær fyrst at tosa við baklandið í Norðoya Fólkafloksfelag.

Tað var í gjár, at Norðlýsið bar tíðindini, at varaborgarstjórin hevur boðað frá, at hann ikki verður á samgongufundum fyribils, tí borgarstjórin hevur brotið eina munnliga avtalu teirra millum.

Avtalan snýr seg um, at varaborgarstjórin verður virkandi borgarstjóri, tá ið Karl Johansen er uttanlands. Men hetta hendi ikki í desember, tá ið Karl Johansen fór av landinum.

Eisini Karl Johansen, borgarstjóri, harmast ósemjuna:

 

01032023_Karl_Johansen


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846