Løgtingsfólk og onnur almenn starvsfólk skulu strika TikTok

Løgtingsfólk og onnur almenn starvsfólk skulu strika TikTok
Starvsfólk á Gjaldstovuni hava í dag fingið boð um at strika TikTok-appina á snildfonum og teldlum av trygdarávum. Somu boðini hava løgtingsfólk nú eisini fingið
Starvsfólk hjá Gjaldstovuni og løgtingsfólk hava fingið boð um at strika TikTok-appina
 
01.03.2023 - 17:11

TikTok-bannið hevur nú eisini gjørt sítt innrás í Føroyum. 

Starvsfólk á Gjaldstovuni hava í dag fingið boð um at strika TikTok appina á snildfonum og teldlum av trygdarávum.

Leif Abrahamsen er stjóri á Gjaldstovuni.

Leif_Abrahamsen_010323

Trupulleikin ger seg galdandi, har TikTok-appin er løgd á telefonina, har Outlook, Sharepoint, Teams og aðrar arbeiðsappir frá Landsneti eru atkomiligar. 

Danski stovnurin fyri trygd á netinum hevur givið boðini um at strika appina.

 

30 stovnar fingið somu boð

Gjaldstovan veitir nærum 30 stovnum eina trygdartænastu. Tað eru stovnar, sum ikki hava stórar og nógvar skipanir, eitt nú ráð.

Og stovnarnir hava fingið somu boð um at strika appina, og størri stovnar eiga at gera tað eisini.

Eisini tingfólk hava nú fingið boð um at strika Tik Tok.

Tað sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna. 

Bjort_Samuelsen_010323

Vilt tú vita meira um TikTok, so er tað evnið í Breddanum í morgin kl. 10.

 

Umfatandi TikTok-bann

Mánadagin vóru boðini úr Hvítu Húsunum, at stjórnarskrivstovurnar innan 30 dagar skuldu tryggja, at kinesiska appin, TikTok, ikki var á nøkrum telefonum ella teldum hjá tí almenna.

Sambært einum vegleiðingarskrivi hjá forsetaskrivstovuni í Washington, skulu skrivstovur hjá tí almenna tryggja amerikanskar dátur og strika TikTok-appina.

Nýtslan av kinesiskari tøkni skal minka, tí myndugleikarnir óttast fyri landsins trygd, og óttast kinesiskt njósnaravirksemi, skrivar AP tíðindastovan.

Týsdagin komu so eisini boð úr danska Fólkatinginum, sum frámælir øllum fólkatingslimum og starvsfólkum at nýta TikTok-appina á fartelefonum og teldum.

Tað er kinesiska felagið Bytedance, sum eigur TikTok. Fyritøkan er undir illgruna fyri at lata stjórnini í Beijing upplýsingar.

Talsfólk fyri felagið hava tó, sambært AP, víst hesum aftur, og siga talan vera um misskiljingar og skeivar upplýsingar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216