Tveir kommunulæknar settir aftrat

Tveir kommunulæknar settir aftrat
Davið Guðnason er settur í starv í Suðuroyar læknadømi, og Rúni Nolsøe er settur í starv í Suðurstreymoyar læknadømi
Kommunulæknar eru settir á Tvøroyri og í Havn. (Savnsmynd)
 
08.02.2023 - 11:39

Heilsutrygd hevur sett Davíð Guðnason í starv sum kommunulækna í Suðuroyar læknadømi.

Davíð Guðnason nam sær embætisprógv í læknafrøði í juni 2014, og hann fær væntandi serlæknagóðkenning í almennum medisini 28. februar.

Davíð Guðnason hevur seinasta árið arbeitt í Læknahúsinum í Gundadali í sambandi við serlæknaútbúgvingina. Hann tekur við starvinum á Tvøroyri 13. mars.

 

Rúni Nolsøe í Havn

Rúni Nolsøe fekk embætisprógv í læknafrøði í august 2016,  og hann fær væntandi serlæknagóðkenning í almennum medisini 28. februar.

Rúni Nolsøe hevur seinasta árið arbeitt í Miðlon sum í sambandi við serlæknaútbúgvingina. Hann tekur við starvinum í Miðlon 1. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949