Borgarafundur um turrdokk á Skála

Borgarafundur um turrdokk á Skála
Mest ætlar at dagføra skipasmiðjuna og gera størri turrdokk
Borgarafundur verður á Skála í kvøld um ætlanina hjá Mest at dagføra skipasmiðjuna og at byggja størri turrdokk.
 
01.02.2023 - 08:28

Útbyggingin hjá Mest á Skála er komin undan kavi aftur alment.

Í kvøld verður borgarafundur um hana í skúlanum á Skála.

Mest ætlar at dagføra skipasmiðjuna á Skála og gera størri turrdokk.

Mest hevur søkt Runavíkar kommunu um byggiloyvi.

 

Ymsar ætlanir

Ymsar ætlanir hava verið um útbyggingina hjá Mest hesi seinastu árini.

Millum annað ein um eina 40 metra høga høll yvir turrdokkina. Tann ætlanin fekk øði í nógv fólk á Skála.

Men, sum skilst, er ætlanin um høllina slept.

Á borgarafundinum í kvøld fer Mouritz Mohr, stjóri hjá Mest, at greiða frá ætlanum felagsins, og Jóhannes Steingrund fer at greiða frá kanningum, sum eru gjørdar í sambandi við ætlanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216