Sarita aftur europameistari

Sarita aftur europameistari
Føroysku røðararnir, sum í hesum døgum kappast í EM í inniróðri í París, hava aftur í dag gjørt vart við seg í kappingini.
Sarita Kristina Hansen er fjórða árið á rað europameistari á bæði 500 og 2000 metra teininum
 
28.01.2023 - 13:02

Besta úrslitið fekk Sarita Kristina Hansen, sum annan dagina rað gjørdist europameistari – hesaferð á 2000 metra teininum í lættvekt hjá kvinnum 30+.

Hetta er fjórða árið á rað, at Sarita er europameistari á bæði 500 og 2000 metra teinunum.

Zoe Elisabeth Dickson vann bronsu í lættvekt hjá kvinnum í U23-bólkinum, og er tað annað heiðursmerki hjá henni í kappingini, tí í gjár vann hon silvur á 500 metra teininum.

Hinir fýra røðararnir, sum hava kappast í dag, vóru allir í topp-10 í sínum kappingum, millum annað við trimum fjórðaplássum.

Væl er komið burturúr hjá landsliðnum í inniróðri, tí nú liðugt er, hava føroysku røðararnir vunnið fýra europameistaraheiti, eitt silvurmerki og tvey bronsumerki, umframt framúr góð úrslit annars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216