Vistu einki um bygnaðarbroytingar á Glasi

Vistu einki um bygnaðarbroytingar á Glasi
Starvsfólkabroytingarnar hava við sær, at starvið sum útbúgvingarstjóri ikki longur verður neyðugt
Nýggi rektarin á Glasi ætlar at broyta bygnaðin, men starvsfólk og álitisfólk siga seg einki vita um broytingarnar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.01.2023 - 13:23

Útbúgvingarstjórin á Glasi hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn.

Orsøkin er bygnaðarbroytingar. Men hvørki starvsfólk ella álitisfólk kendu til bygnaðarbroytingarnar.

Tað sigur Birna Heinesen, forkvinna fyri Yrkisfelagið Miðnám, nú rektarin á Glasi ætlar at fremja broytingar í starvsfólkahópinum.

Starvsfólkabroytingarnar hava við sær, at starvið sum útbúgvingarstjóri ikki longur verður neyðugt. Hendan avgerðin var tikin, uttan at starvsfólkini á Glasi vóru hoyrd.

Sambært innliti, sum Kringvarpið hevur fingið frá Mentamálaráðnum, kunnaði rektarin á Glasi aðalstjóran í Mentamálaráðnum, Poul Gert Hansen, um bygnaðarbroytingarnar tann 5. desember.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

24012023_Glasir_og_bygnadarbroyting


Una Joensen, rektari á Glasi, ger viðmerkingar til málið í útvarpinum seinni í dag. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216