Gentuvesið fær Ársins miðlaheiðursløn

Gentuvesið fær Ársins miðlaheiðursløn
LGBT+ Føroyar lótu í gjárkvøldið Ársins miðlaheiðursløn til Rannvør Fríðu Eyðunsdóttir og Anniku Dalsgaard fyri at gera mun við síni sending Gentuvesið
Rannvør Fríðu Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard
 
29.12.2022 - 11:58

LGBT+ Føroyar læt í gjárkvøldið Ársins miðlaheiðusløn. 

Um virðislønina sigur LGBT+ Føroyar millum annað, at hon verður latin til fólk, feløg, stovnar ella miðlar, sum varpa jaligt ljós á LGBT+ fólk í Føroyum.

“Tit seta lit á Kringvarpið. Tað lýsir av tykkum og hoyrist so væl, at tit brenna fyri tí, tit gera. Tit gera stóran mun, tí loyvt er at spyrja um alt og loyvt er at tosa um alt. Júst tað er so týdningarmikið”, ljóðaði tað millum annað í grundgevingunum hjá LGBT+ Føroyar fyri at lata Gentuvesinum virðislønina.

Eisini sigur LGBT+ Føroyar, at gestirnir, sum Rannvør Fríðu Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard velja til sínar sendingar, kenna seg bæði hoyrd og sædd í sendingunum, sum bæði rúma opinleika, fjølbroytni og ymiskleika.

Gentuvesið er ungdómssending hjá ungdómspallinum Biit í Kringvarpi Føroya. Í sendingini verður prátað um alt millum himmal og jørð, og hvørja viku eru nýggir gestavertir við.

Gentuvesið verður eisini send í útvarpinum, og sendingin er á skrá mikudagar kl 16:05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444