Seta nú spakan í til stórhøllina

Seta nú spakan í til stórhøllina
Sáttmálin um Føroya Arena er 243 milliónir kr.
Føroya Arena skal eftir ætlan verða liðug í 2025.
 
20.12.2022 - 14:23

Í ovurmorgin, hósdagin 22. desembur kl. 11 verður spakin settur í til nýggju stórhøllina, Føroya Arena, í Hoyvík.

Tað boðar Føroya Arena frá.

Byggisáttmálin um stórhøllina Føroya Arena varð undirskrivaður 29. september.

Talan er um ein heildararbeiðstøkusáttmála millum sjálvsognarstovnin Føroya Arena og Articon um bygging av eini stórhøll fyri 243 milliónir krónur.

 

Tá sáttmálin við byggifelagið Articon var undirskrivaður í heyst.

 

Liðug í 2025

Sambært tíðarætlanini skal Føroya Arena standa liðug í januar 2025.

Høllin er rættiliga stór.

Til hondbóltsdystir verða umleið 2.700 sitipláss, til konsertir um 3.600 sitipláss ella 4.600 standipláss.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958