Hevur vónir um, at samgonga spyrst burturúr

bannari
Hevur vónir um, at samgonga spyrst burturúr
Samráðingar eru nú millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn
Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, hevur nú fund við forfólkini í Tjóðveldi og Framsókn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.12.2022 - 09:49

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn eru farin undir samráðingar um eina nýggja samgongu. 

Fundurin byrjaði fyri einum tíma síðan. 

Frants Jensen fekk orð á samráðingarleiðaran, Aksel V. Johannesen, á veg inn í fundarhølið. Hann heldur góðar møguleikar vera fyri, at hesir tríggir flokkarnir semjast um at skipa samgongu. 

 

14122022_Aksel_um_samradingar_vid_Tjo

 

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur, at hann og flokkurin fara til samráðingar við virðing fyri, at Javnaðarflokkurin og Framsókn vunnu valið:

 

14122022_Hogni

 

Høgni Hoydal og Tjóðveldi eru nú til samgongusamráðingar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)


Hetta er onnur royndin hjá Akseli V. Johannesen, samráðingarleiðara, at skipa samgongu. 

Fyrsta royndin miseydnaðist í gjárkvøldið, tá semja ikki fekst millum flokkarnar um ríkisveitingina. Sum skilst vóru tað Framsókn og Sambandsflokkurin, sum ikki kundu semjast um, hvussu nógv veitingin skal lækka. 

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn vóru í samgongu saman frá 2015 til 2019,  og flokkarnir hava tilsamans 18 sessir í nývalda løgtinginum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774