Flogbóltslandsliðini fingið síni mótstøðulið

Flogbóltslandsliðini fingið síni mótstøðulið
Flogbóltslandsliðini við kvinnum og monnum kenna nú síni Silver League-mótstøðulið
Flogbóltslandsliðini fara undir fyrireikingarnar til Silver League millum jól og nýggjár
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
13.12.2022 - 15:18

Føroysku flogbóltsmenninir skulu royna seg ímóti Lettlandi og Kypros, meðan kvinnurnar fingu Portugal, Montenegro og Georgia.

Tað er greitt eftir lutakastið til Silver League-kappingina hjá CEV. 

Føroysku menninir undir leiðslu av Boban Ilic byrja kappingina við heimadysti ímóti Kypros 28. mai og enda á Kypros 17. juni. Ímillum eru heima- og útidystir ímóti Lettlandi.

Landsliðið við kvinnum byrjar á heimavølli ímóti Montenegro 28. mai og endar á útivølli ímóti Montenegro 17. ella 18. juni. Tær fáa úr at gera, tí ímillum hesar báðar dystirnar eru heima- og útidystir ímóti Georgia og Portugal á skránni.

Christian Imhoff er settur sum nýggjur landsliðsvenjari hjá kvinnunum, og Annika á Stongum er nýggjur hjálparvenjari. 

Flogbóltssamband Føroya metir, at kvinnurnar áttu at havt møguleika fyri góðum úrsliti ímóti Georgia, meðan menninir hava bestan kjans ímóti Kypros.

Tvey lið koma víðari í hvørjum bólki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV