Vil hava málið um revsing tikið uppaftur

Vil hava málið um revsing tikið uppaftur
Kappingareftirlitið meldaði á sinni málið um loðsflutningin í Fuglafirði til løgregluna, men tað hevur bíðað eftir dóminum úr Landsrættinum
Fuglafjarðar kommuna fekk heldur ikki viðhald í málinum um loðsflutning í Landsrættinum.
 
02.12.2022 - 08:23

Nú Kappingarráðið eisini fekk viðhald í Landsrættinum um loðsflutningin í Fuglafirði, fer Kappingareftirlitið at heita á fútan um at taka málið um revsing uppaftur.

Kappingareftirlitið meldaði á sinni málið til løgregluna, men tað hevur bíðað eftir dóminum úr Landsrættinum. 

Eystari landsrættur staðfesti í gjár avgerðina hjá Kappingarráðnum í 2018 um, at Fuglafjarðar kommuna breyt kappingarlógina, tí kommunan forðaði einum felag at veita loðsflutning.

Fuglafjarðar kommuna er eisini dømd at rinda sakarmálskostnaðin hjá Kappingarráðnum, 60.000 kr., uttan meirvirðisgjald í Føroya rætti, og 40.000 kr. við meirvirðisgjaldi í Landsrættinum.

Fuglafjarðar kommuna fer nú at viðgera dómin hjá Landsrættinum og hvussu loðsflutningurin skal skipast í framtíðini.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211