Tvey føroysk nøvn á stóran hollendskan festival

Tvey føroysk nøvn á stóran hollendskan festival
Kóboykex og Brimheim skulu í januar framføra á stóra festivalinum Eurosonic Noordserslag í hollendska býnum Groningen
Eurosonic verður hildin at vera størsti ídnaðarligi tónleikafestivalurin í Evropa, og í ár eru tvey føroysk tónleikanvøn við
Mynd: Bart Heemsker  
 
29.11.2022 - 16:30

Føroysk tónleikanøvn sleppa í alsamt størri mun út um landoddarnar at vísa sína tónlist fram á festivalum fyri  tónleikaídnaðarfestivalum kring Evropa. 

Hetta boðar tónleikaútflutningsstovan, Faroese Music Export (FMX), frá í tíðindaskrivi. 

Nú er greitt, at í januar skulu Kóboykex og Brimheim spæla á Eurosonic Noorderslag (ESNS) í Hollandi.

Eurosonic Noorderslag, ella Eurosonic, er kanska størsti festivalur fyri tónleikaídnaðin í Evropa, og hevur verið hildin í býnum Groningen hvørt ár síðan 1996.

Umframt eina rúgvu av konsertum, sum vera í stórum og miðalstórum spælistøðum ymsastaðni í miðbýnum í Groningen í fýra dagar, so eru festivalurin eisini ein ráðstevna við 150 kunnigum pallborðum, aktuellum orkaskiftum og røðarum. 

Eitt nú eru 400 tónleikafestivalar umboðaðir á Eurosonic. 

Mong halda Eurosonic vera tann týdningarmesta festvalin fyri tónleikaídnaðin í Evropa.

Gjørnum árini hava kend nøvn sum Aurora, Sam Smith, Wet Leg, Bastille, James Blake, girl in red og fleiri onnur brúkt Eurosonic sum eina lopfjøl. 

"Hetta er enn eitt prógv um, at dygdin á føroyska tónleikapallinum er góð, og at tað verður lagt merki til okkum," sigur Glenn Larsen, leiðari í FMX (Faroe Music Export).

"Samanlagt vit havt sjey føroyskar bólkar og einstaklingar á Eurosonic Noorderslag øll tey 26 árini, festivalurin hevur verið. Nú hava vit tvey nøvn við eitt og sama ár."

Fyri Kóboykex, sum er annað føroyska navnið, ið skal luttaka á Eurosonic, er talan um ein gyltan møguleika. 

"Eurosonic er størsti ídnaðarligi tónleikafestivalurin í Evropa. Hetta er higartil størsti møguleiki, sum okkara bólkur hevur fingið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216