Klaksvíkar kommuna ger íløgur fyri 52 mió. kr.

Klaksvíkar kommuna ger íløgur fyri 52 mió. kr.
Skattaprosentið og barnafrádrátturin verða óbroytt næsta ár
8,5 mió. kr. eru settar av til at víðka Norðhavnina.
 
28.11.2022 - 08:25

Klaksvíkar kommuna ætlar at brúka 51,7 mió. kr. til íløgur næsta ár. 

Tær størstu eru útstykkingin á Fossum, sum 10 mió. kr. fara til, meðan 8,5 mió. kr. eru til at víðka Norðhavnina.

Í fíggjarætlanini hjá Klaksvík kommunu fyri 2023 er roknað við 328,8 mió. kr. í inntøkum, ið er 6,1 prosent meira enn í ár.

Rakstarútreiðslurnar eru  slakar 255 milliónir, 4,9 prosent størri enn í ár.

Tá peningur er settur av til íløgur og avdráttir, er avlopið 78.000 kr.

Skattaprosentið verður tað sama sum í ár, 20,75, og barnafrádrátturin er eisini óbroytur, 5.500 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860