Hava nú stovnað partafelagið Suðuroyartunnilin

Hava nú stovnað partafelagið Suðuroyartunnilin
Bergur Poulsen er nevndarformaður, og Teitur Samuelsen er stjóri
Teitur Samuelsen er stjóri í P.f. Eystur- og Sandoyartunlum, og hann verður eisini stjóri í P.f. Suðuroyartunlinum.
 
11.11.2022 - 10:11

Almenna partafelagið, sum skal standa fyri at gera Suðuroyartunnilin, er nú stovnað.

Felagið er skrásett 10. november, sum er dagin eftir, at løgtingsvalið varð útskrivað, men stovningardagurin og viðtøkudagurin er 8. november, sum var dagin fyri valið varð útskrivað.

Partapeningurin er fýra milliónir krónur.

Leiðslan í nýggja felagnum er ikki ólík leiðsluni í felagnum, sum stendur fyri Eystur- og Sandoyartunlum.

 

Teitur og Bergur

Teitur Samuelsen er stjóri í nýggja felagnum, sum hevur fingið heitið P/F Suðuroyartunnilin.

Nevndarformaður er Bergur Poulsen, og næstforkvinna er Marita Súsanna Hentze.

Nevndarlimir eru Gudmund Mortensen, Mathea Hilduberg og Uni Danielsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949