Ósjónlig brek skulu gerast sjónlig umborð á flogførum hjá Atlantsflogi

Ósjónlig brek skulu gerast sjónlig umborð á flogførum hjá Atlantsflogi
Fólk við ósjónligum breki, eitt nú heilaskaða, autismu, demensi og ADHD, fáa nú bjóðað Sólblómubandið, um tey flúgva við Atlantsflogi
Kristina Fossaberg, leiðari í sølu- og kundatænastuni hjá Atlantic Airways, fegnast um, at føroyska flogfelagið nú kann bjóða fólkum møguleikan at fáa eitt Sólblómuband
Mynd: Atlantic Airways  
 
28.10.2022 - 11:00

Sum fyrsta fyritøka í Føroyum, og fyrsta norðurlendska flogfelag, er Atlantic Airways nú vorðið partur av Sólblómuskipanini, og flogfelagið kann nú bjóða teimum, ið hava tørv á tí, Sólblómubandið, tá tey skulu ferðast. 

Hetta boðar Atlantsflog frá í dag. 

Sólblómuskipanin og -bandið stava frá 2016, tá flogvøllurin í Gatwick í London vildi finna útav, hvussu tey kundu geva ferðandi við ósjónligum brekum eina betri og trygga ferðauppliving. Spurningurin var við øðrum orðum, hvussu tað ósjónliga kundi gerast sjónligt. 

"Fyrst og fremst skal Sólblómubandið vónandi lætta um ferðina hjá teimum, ið hava eitt ósjónligt brek. Og nú síggja starvsfólk hjá Atlantic Airways á flogvøllinum og umborð á flogførunum beinanvegin, at her er ein, ið kanska tørvar eyka tíð ella hjálp á ferðini," sigur Kristina Fossaberg, leiðari í sølu- og kundatænastuni hjá Atlantic Airways.

 

Starvsfólk fingið vegleiðing

Øll starvsfólk hjá Atlantic Airways, sum hava beinleiðis samband við ferðafólk, hava fingið vegleiðing í, hvat Sólblóman merkir, og hvat tað inniber, tá ein persónur ber Sólblómubandið; hvat tey skulu taka atlit til og vera uppmerksom uppá.  

- At ferðast og vera saman við nógvum fólkum í óvandum støðum, kann vera ómetaliga stressandi fyri fólk við ósjónligum breki, sum td. heilaskaða, autismu, demensi, ADHD, Parkinsons, kroniskari pínu, hoyri- og sjónbreki og so framvegis, sigur Stine Ringvig Marsal, Nordic Regional Director í Sólblómuskipanini.  

Frá í dag kunnu Sólblómubond fáast á skrivstovu okkara á farstøðini á flogvøllinum og við innskrivingardiskarnar. Hevur tú tørv á einum bandi, skalt tú bara venda tær til eitt av starvsfólkunum hjá Atlantic Airways á flogvøllinum, áðrenn tú fert ígjøgnum trygdareftirlitið. Sólblómubandið verður handað uttan spurningar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. apríl
Bolero - Frantz Schubert
174280
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta í Fuglafjarðar kirkju.
174276
Sunnudag 28. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178