Nils Ohrt fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir

Nils Ohrt fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir
"Millum Føroyar og málningin" eitur verkið hjá Nils Ohrt, ið júst hevur fingið M. A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir
 
20.10.2022 - 17:00

Bókaverkið "Millum Føroyar og málningin" hjá Nils Ohrt er so mikið gott, at tað fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 2022. 

Í grundgevingini skrivar dómsnevndin at:

"Bókin varpar ljós á myndlistina og lívið hjá trimum føroyskum listafólkum: Sámal Joensen-Mikines, Ruth Smith og Ingálvi av Reyni, og kapitlarnir byrja við djúptøknum greiningum av einstøkum verkum.

"Millum Føroyar og málningin" setur tey trý og teirra myndir í ein størri samanhang við at knýta træðrir ímillum listina her heima á landi og rák úti í heimi.

List kemur av aðrari list, verður staðfest, og við umfatandi viðgerð, fótnotum og keldutilfari vísir høvundurin, hvussu tríggir føroyingar hava tikið lut í samrøðuni við listaheimin rundan um okkum."

Nils Ohrt er fyrrverandi stjóri í Listasavni Føroya. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831