Føroysk og grønlendsk umboð kunnu vera avgerandi

bannari
Føroysk og grønlendsk umboð kunnu vera avgerandi
Reyði vongurin á fólkatingi stendur til at fáa 87 sessir, og tí hevur Mette Frederiksen havt brúk fyri trimum atkvøðum úr Føroyum og Grønlandi fyri at fáa meiriluta
Veljarakaning vísir, at Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur brúk fyri trimum atkvøðum úr Føroyum og Grønlandi fyri at fáa meiriluta í fólkatinginum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.10.2022 - 08:28

Líkt er til, at føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini kunnu vera avgerandi, tá nýggj stjórn skal skipast í Danmark eftir fólkatingsvalið.

Ein meiningakanning, sum Epinion hevur gjørt, vísir, at reyði vongurin í Danmark við Mette Frederiksen á odda hevði fingið 87 umboð, um val var nú.

Neyðugt er við 90 umboðum fyri at fáa meriluta, og tí hevði reyði vongurin havt tørv á atkvøðunum frá trimum av fólkatingslimunum í Føroyum og Grønlandi.

DR skrivar, at Mette Frederiksen, eftir øllum at døma, hevði fingið undirtøku frá trimum av teimum fýra umboðunum úr Føroyum og Grønlandi, um tey somu verða vald, og hevði tí kunnað hildið fram sum forsætisráðharri.

Líkt er til, at tað er sera javnt millum donsku veingirnar, nú ein góð vika er eftir til valið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444