Fara at gera ost í Skálavík um eitt ár

Fara at gera ost í Skálavík um eitt ár
MBM flytur ostaframleiðsluna úr Hoyvík í bygningin, har fiskavirkið Lido í Skálavík helt til
Vinnubygningurin í Skálavík, har Lido helt til, fer at hýsa ostaframleiðsluni hjá MBM.
 
18.10.2022 - 10:34

Um eitt ár ella so flytur MBM alla sína framleiðslu av ostum til Skálavíkar, har gamla fiskavirkið Lido er keypt til endamálið.

Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM, sigur, at ætlanin er at menna fleiri nýggj sløg av ostum, og pláss verður eisini fyri aðrari framleiðslu á virkinum. Júst, hvat hon verður, er ikki avgjørt enn.

Tað fyrsta, MBM gjørdi, var at taka alt tað gamla niður í vinnubygninginum. Hesum hjálptu lokalar kreftir og fólk úr B71 við.

 

Ostaframleiðslan flytur úr Hoyvík til Skálavíkar.

 

Byggja uppaftur

Nú skal alt byggjast uppaftur, maskinur til ostaframleiðsluna flytast suður og øll neyðug loyvi fáast til vega. Alt hetta kann taka tíð, men um eitt ár ella so, er ætlanin at koma á mál.

Hákun Steingrímsson sigur, at neyðugt var at flyta framleiðsluna av osti úr virkinum í Hoyvík. Plássið var ov lítið, og eingir møguleikar vóru at byggja út.

Tað kann eisini vera óheppið at hava mjólkaframleiðslu og ostaframleiðslu undir somu lon, tí vandi er fyri, at bakteriur flyta ímillum og dálka vøruna.

 

Hákun Steingrímsson er stjóri í MBM.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216