Fólkatingsvalið ávirkar ikki fíggjarlógarviðgerðina

bannari
Fólkatingsvalið ávirkar ikki fíggjarlógarviðgerðina
Løgtingsformaðurin ætlar at hava fund við flokkarnar um, hvussu tingarbeiðið skal leggjast til rættis, eftir at fólkatingsvalið er útskrivað
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.10.2022 - 10:14

Hóast fólkatingsvalið verður skrivað út dag, fer tað ikki at ávirka viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum í tinginum.

Tað sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.

Fíggjarlógarviðgerðin verður í dag og helst eisini í morgin. 

Men vandi er fyri, at røðarapallurin í tinginum verður brúktur til at halda valrøður, og tí ætlar løgtingsformaðurin at hava fund við flokkarnar um, hvussu tingarbeiðið skal leggjast til rættis, eftir at fólkatingsvalið er útskrivað.

Hoyr samrøðu, sum Tróndur Olsen gjørdi við Jógvan á Lakjuni, løgtingsformann, í Breddanum fyri løtu síðani:

 

05102022_Jogvan_a_Lakjuni

 

Løgtingið er farið at viðgera fíggjarlógaruppskotið fyri 2023. 

Fylg við tingvarpinum her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949