Kommunur í Suðuroynni kanna fyrimunir og vansar við samanlegging

Kommunur í Suðuroynni kanna fyrimunir og vansar við samanlegging
Allir sjey borgarstjórar í Suðuroynni fara at leggja uppskotið hjá Tvøroyar kommunu um at kanna fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging fyri býráðið og bygdaráðini
Hvalbiar kommuna er ein av sjey kommunum í Suðuroynni, sum nú fara at kanna fyrimunir og vansar við kommunusamanleggin í oynni
Mynd: Savnsmynd  
 
04.10.2022 - 07:36

Borgarstjórar og kommunuskrivarar høvdu fund fyri sløkum tveimum vikum síðani.

Har var semja um at kanna, um kommunurnar vilja vera við í arbeiðsbólki, sum skal kanna fyrimunir og vansar.

Og nú er greitt, at allir sjey borgarstjórar í Suðuroynni fara at leggja uppskotið hjá Tvøroyar kommunu um at kanna fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging fyri býráðið og bygdaráðini.

 

Niðurstøðan kemur um eitt ár

Eitt umboð fyri hvørja kommunu skal vera í arbeiðsbólkinum.

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, mælti til at fíggja arbeiðsbólkin eftir sama býtislykli, sum galdandi fyri Bú- og heimatænastuna. Semja var um tað.

Arbeiðsbólkurin skal koma við niðurstøðu fyri nýggjársaftan næsta ár.


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Nýggjastu sendingar í SV