Kostar 13 milliónir at asfaltera fuglafjarðarvegin

Kostar 13 milliónir at asfaltera fuglafjarðarvegin
Í løtuni verða ringastu holini á vegnum fylt við asfalti
Í løtuni verða ringastu holini á fuglafjarðarvegnum fylt við asfalti. Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, vísir, hvussu støðan er á vegateininum.
 
28.09.2022 - 11:29

Tað fer at kosta 13 milliónir krónur at asfaltera fuglafjarðarvegin. 

Tað upplýsir Uni Rasmussen, landsstýrismaður, í svari til Edvu Jacobsen, løgtingskvinnu.

Vegurin var asfalteraður í 1999. Síðani eru bara smávegis ábøtur gjørdar. 

Í løtuni verða ringastu holini á vegnum fylt við asfalti.

 

Edva Jacobsen, løgtingskvinna, spurdi um fuglafjarðarvegin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ætlar at játta meiri

Landsverk mælir til, at vegastrekki við nógvari og tungari ferðslu, til dømis fuglafjarðarvegurin, eiga at verða asfalteraðir fimtanda hvørt ár.

Uni Rasmussen sigur, at Landsverk metti í 2018, at eftirsleipið til asfaltering var okkurt um 100 mió. kr. 

Hann sigur, at hann fer at virka fyri, at meira verður játtað til at asfaltera komandi árini. 

Men tað krevur politiska semju at játta meira til viðlíkahald og kanska minni til nýgerð, sigur Uni Rasmussen. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949