Fjarhiti kann vera við til at minka um útlátið

Fjarhiti kann vera við til at minka um útlátið
Fjarhitafelagið fer at leggja seg eftir at fáa avlopsorku frá vindmyllum til at vera part av fjarhitaskipanini
Nógvar fjarhitaleiðingar eru lagdar í Havn seinastu árini. Í gjár var vesturbýruin knýttur upp í fjarhitanetið.
 
13.09.2022 - 13:13

Fjarhitanetið kann vera við til at minka munandi um CO2-útlátið. Vindframleiðsla, sum annars ikki kemur til høldar, kann leiðast inn á fjarhitanetið við elketlum.

Soleiðis skrivar Bogi Bech Jensen, professari, á sínum vanga, nú vesturbýurin í Havn er knýttur í fjarhitaskipanina.

Og tað er júst tað, sum Fjarhitafelagið hevur lagt seg eftir, nevniliga at fáa avlopsorku frá vindmyllum til at vera part av fjarhitaskipanini. 

Hoyr Hans Christian Dam, stjóra í í Fjarhitafelagnum, í útvarpstíðindunum:

 

13092022_Fjarhiti_til_net

 

Hans Christian Dam er stjóri í Fjarhitafelagnum.

 

Hans Christian Dam kann einki siga, um prísurin á fjarhita fer at hækka, og møguliga aftur fer at fylgja oljuprísinum, sum er hækkaður nógv í ár. 

Tað eru nevndin í Fjarhitafelagnum saman við kommununi, sum tekur støðu til tann spurningin.

Umleið 1.700 brúkarar eru nú knýttir í fjarhitaskipanina.

Tað fer at taka umleið hálvtannað ár hjá Fjarhitafelagnum at gera klárt til at taka ímóti avlopsorku frá vindmyllunum. 

 

Fjarhitafelagið ger nú klárt at taka ímóti avlopsorku frá vindmyllum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958