Kanna um diabetesmiðstøðin kann vera aðrastaðni á Landssjúkrahúsinum

Kanna um diabetesmiðstøðin kann vera aðrastaðni á Landssjúkrahúsinum
Fíggjarnevndin heldur, at tað verður ov dýrt at byggja miðstøðina oman á C-bygningin
Ætlanin hevur verið at byggja diabetesmiðstøðina í C-bygninginum á Landssjúkrahúsinum, men nú verður kannað, um hon kann vera aðrastaðni á sjúkrahúsinum
 
09.09.2022 - 11:38

Arbeiðið við at skipa eina diabetesmiðstøð í Føroyum heldur fram.

Men eftir ynski frá fíggjarnevndini í løgtinginum, verður kannað, um miðstøðin kann vera aðrastaðni enn ætlanin hevur verið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Løgtingið hevur samtykt, at landsstýrismaðurin í heilsumálum kann taka ímóti 121 milliónum krónum úr Novo Nordisk-grunninum.

Peningurin skal brúkast árini 2023 til og við 2032 til at fíggja rakstur og íløgur í samstarvinum um millum annað diabetes millum Novo Nordisk-grunnin og Heilsumálaráðið.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

 

Ov dýrt

Ætlanin er at byggja Steno-miðstøðina oman á verandi C-bygning á Landssjúkrahúsinum.

Tað fer at kosta ov nógv, helt Fíggjarnevndin.

Hon mælti til at finna bíligari staðseting, møguliga í H-bygninginum, og á tann hátt fáa fleiri pengar til viðgerð og gransking.

Hoyr Kaj Leo Holm Johannesen í útvarpstíðindunum:

 

09092022_Kaj_Leo_til_net

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444