Erla Kongsdóttir liggur við tekniskum trupulleikum

Erla Kongsdóttir liggur við tekniskum trupulleikum
Tjørnunes siglir á Kalsoyarleiðini í dag, í hvussu so er fyrrapartin, tí Erla Kongsdóttir hevur tekniskar trupulleikar
Erla Kongsdóttir hevur tekniskar trupulleikar og liggur í løtuni
Mynd: Savnsmynd  
 
06.09.2022 - 07:15

Í gjár fór Sam á beding, og Erla Kongsdóttir skuldi røkja farleiðina millum Klaksvík og Kalsoynna ímeðan. 

Men í løtuni siglir Tjørnunes millum Klaksvík og Kalsoynna, og tað ger Tjørnunes, tí Erla Kongsdóttir hevur tekniskar trupulleikar, upplýsa Strandfaraskip landsins.

 

Ávirkar eisini Ternuna

Av tí sama siglir Erla Kongsdóttir heldur ikki fyri Ternuna i dag.

Ternan skal sigla við farmi á Kalsoyarleiðini á middegi í dag.

Strandfaraskip landsins siga, at um middagsleitið verður meira at frætta siglingina á leið 56, Kalsoyarleiðini.

Á ssl.fo sæst, hvussu Tjørnunes siglir fyrrapartin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444