Erla Kongsdóttir siglir millum Klaksvík og Kalsoynna

Erla Kongsdóttir siglir millum Klaksvík og Kalsoynna
Strandfaraskipið Sam fer á beding í dag og verður væntandi har til viku 38, sum byrjar 19.september. Meðan røkir Erla Kongsdóttir farleiðina
Sam er í dag farin á beding, og meðan hann er á beding, so røkir Erla Kongsdóttir farleiðina
Mynd: Savnsmynd  
 
05.09.2022 - 10:16

Næstu tíðina verður ikki møguligt at taka akfør við til Kalsoynna. 

Strandfaraskipið Sam fer á beding í dag og verður væntandi har til viku 38, sum byrjar 19.september.

Meðan Sam er á beding, siglir Erla Kongsdóttir millum Klaksvík og Kalsoynna, og Erla Kongsdóttir tekur ikki akfør. 

Tó er pláss fyri eykaferðum. Tær skulu avgreiðast við manningina á Erlu Kongsdóttur, upplýsa Strandfaraskip landsins. 

 

Siglir eftir ferðaætlanini hjá Sam

Siglt verður annars eftir ferðaætlanini hjá Sam.

Siglingartíðin er 20 minuttir.

Ternan siglir við farmi týsdagar og hósdagar. Hon fer av Klaksvík kl.11.00 og av Syðradali kl.13.00.

Í meðan siglir Erla Kongsdóttir í Nólsoyarfirði.

Tyrluflúgvingin millum Froðba og Havnina heldur fyribils fram mánadagar, hóast summarferðaætlanin hjá tyrliflúgvingini fór úr gildi 1.september. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444